Endaspurturin er farin í gongd, 131 km eftir
Nú nærkast tað í stórum stýli hjá Livar og manningini umborð á Artemis Investments. Klokkan 16:00 í dag okkara tíð, høvdu teir einans 131 kilometrar eftir at rógva.
Tann seinasta vikan hevur verði heilt góð, og nógvir kilometrar eru lagdir afturum hvønn dag. Eini 140 km um dagin hevur verði miðal.
Tað er nógv betur enn vikuna áðrenn hesa røð av góðum døgum. Tá vóru tríggjir dagar sum vóru undir 100 km. Men tað er bara komi fyri 8 ferð á túrinum at teir eru skrásettir at rógva minni enn 100 km uppá ein dag, so manningin er nokk væl nøgd.
Hóast veðri hevur verði ringt til tíðir, so hevur tað - sæð yvir allan túrin verði á góðari leið. Tvær ferð er báturin koppaður, og uttan stórvegis trupulleikar eru teir komnir víðari frá tí.
Um alt gongur sum ætla, so verður Artemis Investments í St. Mary í morgin um eftirmiddag.
Tíðindi
04.02.2012
Fyrilestur v. Livar Nysted Ókeypis atgongd!Mikukvøldið 22. februar kl. 19.30Livar fortelur um túrin í 2010 tvørtur um Atlantshavið, um at les meir
04.02.2012
Tíðindi um Sara GÍ løtuni sær tað eitt sindur keðuligt út, tí báturin er í stórum les meir



