07 Vestur sett enskan høvuðsungdómsvenjara í starv


Felagsliðið fyri vestan hevur altíð vektað ungdómsarbeiðið høgt, og síðan Hegga Samuelsen mátti siga høvuðsumgdómsvenjarastarvið frá sær, hevur verið arbeitt við at fylla skógvarnar út eftir hann.




Leitað hevur verið bæði innan- og uttanlands eftir rætta venjaranum, og valið fall á bretan Matthew Potter.




Matthew Potter er 40 ára gamal, og er útbúgvin UEFA A venjari við serligum fokus á ungdómsfótbólt, har hann hevur lokið hægstu UEFA venjaraútbúgvingina innan júst barna- og ungdómsfótbólt. Seinastu árini hevur Matthew starvast sum ungdómsvenjari og -mennari hjá Norwich City og Cholchester United í Onglandi, umframt at hann hevur arbeitt sum fótbóltmennari hjá enska og norska fótbóltssambandinum.




Matthew hevur undirskrivað ein 1,5 ára sáttmála við 07 Vestur, og hann kemur til landið hálvan august. Hann byrjar í starvinum beinavegin, sum hann er komin. Unnustan og børnini, ið eru 2 og 4 ára gomul, koma heim seinni í ár.




Í ungdómsvenjarahópinum er eisini navnframi Jens Erik Rasmussen, umframt fleiri góðar og lokalar kreftir.





07 Vestur ynskir Matthew vælkomnum, og vit gleða okkum til samstarvið.