Adidas klæðini seinkað


Vit úr Sport 24 Tórshavn eru sera hørm um støđuna viðv. klæðunum, sum vóru bíløgd fyri jól, og sum ikki eru komin enn. Tađ er soleiđis, at Adidas framleiðir ikki við somu orku, sum teir vanligt gera (Hetta skyldast korona støðuna).





Vit skilja væl, at tað er troyttandi fyri tey, sum hava bílagt og goldið fyri klæðini. Vit hava verið í samband við Adidas, og spurt, nær klæðini kunnu væntast, og smb. teimum verđa kláđini í Føroyum síðst í hesum mánaðinum.

Um tað er onkur, sum ikki hevur hug at bíða meira, so ber til at fáa peningin aftur. Hetta kann gerast við at seta seg í samband við Petur S. Thomsen úr Sport 24.