Magnus Powell nýggjur venjari hjá 07 Vestur


07 Vestur hava sett nýggjan høvuðsvenjara eftir at Heðin Askham er givin. Nýggi venjarin, svenski Magnus Powell, byrjar arbeiðið saman við fyrstaliðshópinum longu í hesi vikuni.



46-ára gamli sviin kemur til 07 Vestur úr Levanger, har hann mátti gevast eftir at felagið var komið í fíggjarligar trupulleikar eftir at korona legði fótbólin stillan í fjør.  

"Serliga eru tað úrslitini við Levanger, sum ger hann til ein spennandi venjara fyri 07 Vestur," sigur Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur, og heldur fram: "harafturat tiltalar tað okkum, at honum hevur eyðnast at menna ungar leikarar til bestu norsku deildina. Ætlanin er tískil eisini, at nýggi venjarin skal hava ein leiklut í at flyta ungdómsleikarar okkara úr U15 og U17 upp í vaksnamannafótbólt".


Magnus Powell hevur hópin av royndum sum leikari í bestu deildunum í Svøríki og Noregi, millum annað úr Ørebro, Lillestrøm og Lyn, umframt svenskum ungdómslandsliðum. Eftir at vera steðgaður sum leikari byrjaði hann á venjaraleiðini sum akademivenjari í Sundsvall og Lillestrøm. Sum høvuðsvenjari hevur hann verið hjá Egersund, Sandefjord og Levanger. Magnus er útbúgvin FIFA PRO-venjari.



Magnus Powell er sviið, men, sum eftirnavnið eisini avdúkar, hevur hann røtur úr Onglandi, haðani pápin kemur.