Mynd: www.jn.fo

07 Vestur í Betri deildina við kvinnuliðnum

Í 2021 verður kvinnuliðið hjá 07 Vestur á fyrsta sinni at síggjaí Betri deildini.

2018 var fyrsta árið, 07 Vestur luttók við kvinnuliði í føroysku fótbóltskappingini. Felagið luttók við tveimum 1. deildar liðum og eydnaðist kappingarárið so mikið væl, at kvinnurnar vunnu deildina.

07 Vestur hevur seinastu árini lagt orku í at menna gentu- og kvinnufótbóltin í felagnum, og metir nevndinat tíðin nú er búgvin at taka stigið upp í Betri Deildina.

Felagið hevur eina góða blanding av ungum ágrýtnum og eldri royndum leikarumTalið av leikarum á kvinnusíðuni er mangan ein avbjóðingog seinnu árini hava verið ymisk samstørv tvørtur um feløg hjá kvinnuliðum í Betri Deildini. Við staðsetingini felagið hevurer avbjóðingin hjá 07 Vestur kanska størri enn hjá øðrum feløgum, men farið verður undir uppgávuna við góðum treysti.

"Fyrstu tíðina verður møguliga neyðugt at stabilisera Betri-liðið við styrki útifrá, men málið er at felagið við tíðini kann gera seg galdandi í Betri-deildini við lokalum leikarum"sigur Jón Nordendal, formaður

07 Vestur ætlar áhaldandi at raðfesta gentu- og kvinnufótbóltin komandi áriniog við miðvísum ungdómsarbeiði er máliðenn sum áðurat uppala somikið nógvar kvinnuligar fótbóltsleikarar, at felagið sum frá líður kann luttaka við kvinnuliðum í báðum vaksnamannadeildunum.





Komandi dystir


Betri Deildin, menn
27. juli kl. 19:00
07 Vestur - EB/Streymur


Betri Deildin, kvinnur
7. aug kl. 
07 Vestur - Víkingur

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
15 55 41
Víkingur 14 19 31
HB 14 34 30
NSÍ 15 8 27
B36 14 12 24
EB/Streymur 13 -12 12
ÍF 15 -24 11
07 Vestur 14 -30 11
B68 15 -28 9
TB 13 -34 2


Málskjúttar


Martin Petterson 3
Eiler Fróðason 2
Erling Myklebust 2
Teitur Olsen 2
Heine Mortensen 1
Jóannis á Steig 1
Martin Tausen 1
Predrag Jeremic 1
Ragnar Weihe 1
Sølvi Egilsson 1
Tór-Ingar Akselsen 1
Zoran Vujovic 1
sjálvmál 2


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
11 17 23
EBS/Skála 11 13 21
NSÍ 11 14 20
HB 11 15 18
Víkingur 10 16 17
B36 11 1 16
07 Vestur 10 -20 6
AB/B71 11 -56 0

Málskjúttar


Margit Kwao 4
Evelin 3
Bettieyð Ellingsgaard 2
Kristina Gásdal 1
Ruth Albinsdóttir 1
Sissal Haraldsen 1