07 Vestur sett venjara til Betri liðið hjá kvinnum

Nú er eisini greitt hvør skal venja kvinnurnar komandi kappingarári, og hevur 07 Vestur sett Frankie Jensen sum venjara. Afturat sær hevur Frankie Jensen Høgna Egilstoft Nielsen sum hjálparvenjara og fysiski venjaran hjá felagnum, Pól Hendrikkur Andreassen, verður eisini partur av venjaratoyminum hjá kvinnunum.

Frankie Jensen hevur í 2007 nomið sær útbúgving sum UEFA-A venjari í Danmak, og hevur drúgvar royndir sum venjari. Frankie Jensen hevur m.a. staðið á odda fyri ÍF Føroyum tá teir vunnu sær sæti í Keypmannahavnarseriuni, og hevur staðið á odda fyri U18 hjá HB tá teir vunnu greipuna í 2011. Seinastu árini hevur Frankie Jensen starvast sum høvuðsungdómsvenjari hjá FC Hoyvík.

Saman við Høgna Egilstoft og Pól Hendrikki Andreassen hevur 07 Vestur eitt sterkt toymi at brynja kvinnurnar til Betri-deildina. Harumframt hevur felagið nú ein dugnaligan og ágrýtnan hóp av kvinnum, sum taka uppgávuna í stórsta álvara og veruliga ynskja kvinnufótbólt á hægsta støði í Vágum.

"Málið hjá okkum er, at 07 Vestur skal fevna um allar kvinnuligar fótbóltsleikarar, bæði tær sum sikta høgt, men so sanniliga eisini tær sum spæla fyri hugnaðin og tí sosialu samveruna, sum er í einum fótbóltsfelagi", sigur Rannvá í Løðu, umboð fyri kvinnufótbóltin.

"07 Vestur ynskir Frankie Jensen vælkomnum vestur, og ynskir honum og kvinnunum blíðan byr komandi kappingarár", sigur Rannvá í Løðu at enda.





Komandi dystir


Betri Deildin, menn
27. juli kl. 19:00
07 Vestur - EB/Streymur


Betri Deildin, kvinnur
7. aug kl. 
07 Vestur - Víkingur

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
15 55 41
Víkingur 14 19 31
HB 14 34 30
NSÍ 15 8 27
B36 14 12 24
EB/Streymur 13 -12 12
ÍF 15 -24 11
07 Vestur 14 -30 11
B68 15 -28 9
TB 13 -34 2


Málskjúttar


Martin Petterson 3
Eiler Fróðason 2
Erling Myklebust 2
Teitur Olsen 2
Heine Mortensen 1
Jóannis á Steig 1
Martin Tausen 1
Predrag Jeremic 1
Ragnar Weihe 1
Sølvi Egilsson 1
Tór-Ingar Akselsen 1
Zoran Vujovic 1
sjálvmál 2


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
11 17 23
EBS/Skála 11 13 21
NSÍ 11 14 20
HB 11 15 18
Víkingur 10 16 17
B36 11 1 16
07 Vestur 10 -20 6
AB/B71 11 -56 0

Málskjúttar


Margit Kwao 4
Evelin 3
Bettieyð Ellingsgaard 2
Kristina Gásdal 1
Ruth Albinsdóttir 1
Sissal Haraldsen 1