Fyrilestur í Argja Rórðarfelag
Mikukvøldi 1. septembur kl 1900 fer Livar Nysted at greiða frá um tann
uml 5000 km, ella 3450 fjóðringar langa túrin hann róði í árabátinum
Artemis Investments tvørtur um Atlantshavið, úr New York í USA til
Falmouth í Ongland.
Far inn á bólkin á facebook:
http://www.facebook.com/event.php?eid=120547741330532&ref=mf
"Vit
kunnu skjótt vera samd um, at tað at rógva um Atlantshavið er av
størstu ítrottarbrøgdum, ið eru framd av einum føroyingi." sitat
Veronika Petersen, borgarstjóri
"Sterki sundamaðurin, Livar
Nysted, hevur á síni leið sum ítróttarmaður altíð víst seg sum úrmæling,
og hetta seinasta bragdið, at rógva allan vegin tvørtur um
Atlantarhavið, staðfestir endaliga, at hann er úr heilt serligum bergi
brotin" sitat Absalon í Buð
Tiltakið er alment og byrjar kl
19.00. Á skránni er: Frásøgn frá túrinum hjá Livari, myndarøð verður
víst, møguleiki er at seta Livari spurningar og kaffi og køkur verur at
fáa. Tiltakið kostar 30kr.
Tíðindi
04.02.2012
Fyrilestur v. Livar Nysted Ókeypis atgongd!Mikukvøldið 22. februar kl. 19.30Livar fortelur um túrin í 2010 tvørtur um Atlantshavið, um at les meir
04.02.2012
Tíðindi um Sara GÍ løtuni sær tað eitt sindur keðuligt út, tí báturin er í stórum les meir



