Thomas Dam & Co-steypið: smádreingir U14, B71 - 07 Vestur 2-3

Eftir ætlan hava 07 Vestur U14 dreingir spælt steypakappingardyst á Sandi í morgun. 3 foreldur hjálptu okkum við koyring, og vóru tíðliga á veg við 11 leikarum til dyst.

Á vøllinum byrjaðu:Silas Eyðsteison; Teitur Simonsen, Brandur Leonson, Niels Mouritsen, Hørður Egilson; Tollakur Búason, Janus Samuelsen, Sjúrður Petersen; Teitur Olsen.
Við vóru eisini:Egor Vened, Karl Weihe og Teitur Olsen.

Dysturin byrjaði sera javnt, við góðum innsatsið, ið krevst tílíkar dystir. B71 fingu eitt mál strika fyri rangstøðu, men 07 Vestur høvdu bóltin mest og skaptu nakrar møguleikar. Longu í 11. minutti fekk Sjúður Peterseneina góða sending frá Janus Samuelsen, og skuldi bert trilla bóltin í netið til 0-1 til 07 Vestur. Bert 4 minuttir seinni fekk Teitur Andersonsomu gávu frá Janus, og skoraði annað málið: B71 - 07 Vestur 0-2.

Vit vóru væl skipaðir í fyrra hálvleiki, men gjørdu nógv mistøk í uppbyggjandi spælinum, og spældu ikki serliga væl. Hóast hetta hevði Silas ikki nógv at gera í málinum, men var tryggur tá tørvur var á tí.

Seinast í 1. hálvleiki skoraðu vertirnir tó eitt uppiborið mál til hálvleiksstøðuna 1-2.

Beinanvegin í øðrum hálvleiki skoraðu B71 til 2-2. Eitt mál, ið førdi til tann spenningin, ið bert er í steypadystum. Tað vardi tó ikki leingi: eftir góðar kombinatiónir fekk Janus Samuelsenslitið seg leysan við góðari dribling og skoraði uppá eitt hart skot. B71 - 07 Vestur 2-3.

Eftir hetta høvdu B71 fleiri góð álop, har vit svaraðu aftur við góðum kontraálopum. Fleiri møguleikar stóðust av hesum, men rætta skotið á rætta staðnum manglaði.

Vit vendu soleiðis nøsina heimaftur við atgongd til fjórðingsfinalu í steypakappingini. Hon skal spælast á heimavølli 5. mei, móti vinnaranum av dystinum millum AB og EB/Streym. ØLL ERU VÆLKOMIN AT HYGGJA OG STUÐLA!

Gott og sunt at síggja at foreldur og dreingir okkara hjálptust at til succes á vøllinum.

Eisini eitt stórt tillukku til Dreingir U16, ið vunnu heili 22-0 á NSÍ b í Runavík í dag!

07 Vestur U14, gentur og dreingir A, B, og D spæla annars fyrsta umfar í landskappingini næsta leygardag. C-liðið hevur frí-umfar, og spælir fyrsta dyst sín 14. apríl.





Komandi dystir


Betri Deildin, menn
27. juli kl. 19:00
07 Vestur - EB/Streymur


Betri Deildin, kvinnur
7. aug kl. 
07 Vestur - Víkingur

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
15 55 41
Víkingur 14 19 31
HB 14 34 30
NSÍ 15 8 27
B36 14 12 24
EB/Streymur 13 -12 12
ÍF 15 -24 11
07 Vestur 14 -30 11
B68 15 -28 9
TB 13 -34 2


Málskjúttar


Martin Petterson 3
Eiler Fróðason 2
Erling Myklebust 2
Teitur Olsen 2
Heine Mortensen 1
Jóannis á Steig 1
Martin Tausen 1
Predrag Jeremic 1
Ragnar Weihe 1
Sølvi Egilsson 1
Tór-Ingar Akselsen 1
Zoran Vujovic 1
sjálvmál 2


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
11 17 23
EBS/Skála 11 13 21
NSÍ 11 14 20
HB 11 15 18
Víkingur 10 16 17
B36 11 1 16
07 Vestur 10 -20 6
AB/B71 11 -56 0

Málskjúttar


Margit Kwao 4
Evelin 3
Bettieyð Ellingsgaard 2
Kristina Gásdal 1
Ruth Albinsdóttir 1
Sissal Haraldsen 1