Upptakt: 07 Vestur - B36

Sunnudagin kl. 15 verður fyri fyrstu ferð í hálvt-triðja ár dystur í Betri Deildin í Sørvági, tá vit taka móti B36 í fyrsta umfari í nýggju kappingini.

Eftir nøkur buldrut ár í 1. deild hava vit endiliga vunni okkum pláss í bestu deildini, har vit sjálvsagt meina at felag okkara hoyrir til. Og tað fáa vit so ríkilan møguleika at prógva komandi 27 umførini, byrjandi sunnudagin, har eitt av toppliðunum seinastu nógvu árini, B36, stendur á hinari hálvuni.

Nógv er sjálvsagt broytt síðan vit spældu seinast í Betri Deildini. Seinasti heimadysturin var í oktobur í 2018, tá EB/Streymur vóru her vesturi á vitjan. Dysturin endaði við 3-3 javnleiki. Fýra av leikarunum, ið byrjaði inni tá, kunnu væntast at byrja inni nú, Silas, Martin, Dann og Asbjørn, meðan Tór-Ingar, Teitur og Jóanis byrjaðu á bonkinum tá, men kunnu væntast at spæla størri leiklut í nú, um annars skaðafríðir.

Nú er felagið so stabiliserað við stórum hópið av hjálparfólkið og góðum stuðli, og framtíðin tykist ljós. Eisini á fíggjarliga økinum er stýr komið á tingini við góðum úrslitið í fjør. Skal hetta vera árið, har vit endiliga fáa luft undir veingirnar?

Hópurin í Betri Deildini sær út til at vera klárur til kappingina. Venjingarnar hava verið góðar og neyðugu førleikarnir eru rundan um hópin við venjaranum Heðini Askham á odda. Síðan Heðin tók yvir miðskeiðis í fjør hava vit sæð eina greiða spæliætlan, sum passar okkum væl, umframt at samanhaldið og moralurin ordiliga eru sett í hásætið.

Mótstøðan sunnudagin er tó sterk við B36, sum, við nýggjum venjara og høgum málum, uttan iva ætla sær pláss ovaliga ella ovast á stigatalvuni. Teir høvdu eina góða venjarakapping, og síggja út til at vera ein kandidatur til medaljupláss.

Dysturin verður í Sørvági sunnudagin kl. 15:00 - koyrið á 07 Vestur!




Komandi dystir


Betri Deildin, menn
13. mei. kl. 15:00
07 Vestur - KÍ


Betri Deildin, kvinnur
12. mei kl. 19:00
07 Vestur - NSÍ

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
9 27 25
HB 9 22 20
Víkingur 9 13 18
NSÍ 9 7 17
B36 9 1 13
EB/Streymur 9 -7 9
ÍF 9 -13 8
07 Vestur 9 -17 7
B68 9 -12 5
TB 9 -21 2


Toppskjúttar


Eiler Fróðason 2
Erling Myklebust 1
Heine Mortensen 1
Jóannis á Steig 1
Martin Petterson 1
Martin Tausen 1
Predrag Jeremic 1
Ragnar Weihe 1
Silas Eyðsteinsson 1
Tór-Ingar Akselsen 1
sjálvmál 2


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
6 10 14
Víkingur 5 13 13
HB 6 5 10
EBS/Skála 6 4 10
NSÍ 6 7 9
B36 6 -1 7
07 Vestur 5 -11 3
AB/B71 6 -27 0


Toppskjúttar


Margit Kwao 4
Evelin 1
Kristina Gásdal 1