Veðurlag við Indiska havið
Túrurin tvørvur um indiska havið í summar 2012 er fyri langari tíð síðan settur út í kortið. Men enn eru ikki allar fyrireikingar komnar uppá pláss. Gongur eftir ætlan, so verður tað tíðuliga í næsta ár at seinastu detaljunar viðvíkjandi túrinum sjálvum eru komnar uppá pláss. Ferðing, hvørjari havn fari verur frá og hvar báturin skal rógvast tii.
Vit kunnu tó skapa okkum eina mynd av hvussu veðurlíkinini hjá Livari og teimun kemur at vera. Tað verur heilt annaleiðis enn túrurin í 2010. Har í kuldi og buldraligt veðurlag var stórsta hóttanin.
Túrurin verur á syðru hálvkúlu. Hesa tíðina á árðinum peikar sólin mest beinleiðis hetta øki. Tí er tað sera heitt í sjóðnum, í mun til tey viðurskifti vit eru von við. Heit uppí 30 gradir kann sjógvurin vera, ið merkir at tað ber væl til at svimja og vera á sjóðnum í longri tíðarbil.
Monsoonurin er eitt veðurlag í uppstendur við sovorðin heit økir. Um summari verur luftin hita um dagain og veður síðan køld aftur gjøgnum náttina. Hettar skpar eitt lágtrýst yvir fastlandi. Tá ið trýstið so verður útjavna aftur skapast sterkur vindur frá havinum sum gongur inn ímóti land. Av somu orsøk (fugtig havluft verur pressa saman við kaldari luft á landi) kemur ógvusliga nógv regn niður.
Hvussu nógv vindur kemur at ávirka túrin er óvist, tí teir eru sera langt frá landi tað mesta av túrinum.
Teir stórstu vandanir júst nú sum eru til at fáa eyga á, er sjóránarir og sterkir streymar. Verður róð ov norðalaga er vandin fyri at møta sjóðránarir ovurhonds stórur, at tað í verðuleikanum ikki er ráðuligt at fara for nógv noður.
Vandin við at vera ov sunnaliga kann vera teir sterku streymanir sum eru um Suður Afrika og Madagaskar, eisini er tað øki kent fyri at kunna innihalda risa stórar aldur.
So í løtuni er mest fokus uppá hvussu tað seinasta strekki skal útførast, tí hetta er ein sera krittisk fasa av Myndtúrinum í hevur nógv vandamál við sær.
Mynd: Sjóðarhitin í Indiska havinum 20.Dec 2012.
Tíðindi
29.02.2012
Nýggjur túrur á ørðum havið04.02.2012
Fyrilestur v. Livar Nysted Ókeypis atgongd!Mikukvøldið 22. februar kl. 19.30Livar fortelur um túrin í 2010 tvørtur um Atlantshavið, um at les meir




