Bilasølan stuðlar 07 Vestur Í gjár bleiv stuðulsavtala millum Bilasølan og 07 Vestur fyri 2021 undirskriva. Nevndin í 07 Vestur fegnast um,at Bilasølan vil stuðla arbeiðinum hjá 07 Vestur. Tað er alneyðugt hjá lokalítróttinum at hava góðar stuðlar, og tí eru vit takksom fyri stuðulin frá Bilasøluni, sigur Eyðvør Petersen, ið er nevndarlimur í 07 Vestur.
Adidas klæðini seinkað Vit úr Sport 24 Tórshavn eru sera hørm um støđuna viðv. klæðunum, sum vóru bíløgd fyri jól, og sum ikki eru komin enn. Tađ er soleiđis, at Adidas framleiðir ikki við somu orku, sum teir vanligt gera (Hetta skyldast korona støðuna).
Leikskrá 2 er nú klár Niðanfyri er leinkja til leikskrá 2, umframt pdf-fíla til at taka niður.
Upptakt: 07 Vestur - B68 Leygardagin bresta uppflytararnir saman á Dungasandi í spennandi uppgerð um trý sera umráðandi stig. Og, um seinasti dysturin okkara millum er eftirfarandi, verður tað uttan floyalshandskar og við stórum undirhaldsvirði.
Venjingartíðir Venjingartíðirnar fyri várið eru lagdar og finnast millum annað á heimasíðuni, í breddanum ovast.
Talgild leikskrá Sum nakað nýtt fara vit hetta kappingarárið at royna okkum við talgildum leikskráum. Leikskráirnar vera at finna í fleiri ymsum miðlum, og eisini her á síðuni.
Upptakt: 07 Vestur - B36 Sunnudagin kl. 15 verður fyri fyrstu ferð í hálvt-triðja ár dystur í Betri Deildin í Sørvági, tá vit taka móti B36 í fyrsta umfari í nýggju kappingini.
Hjálp nýtist á Dungasandi Sunnudagin leggja vit til brots í Betri Deildini, og í morgin, týsdagin, og mikudagin, báðar dagar kl. 17:30, skulu seinastu snøklarnir orðnast. Øll eru vælkomin at hjálpa til.

Silas aftur í 07 Vestur

11. Des 2020

Eftir eitt ár í útlegd er verður Silas Eyðsteinsson aftur at síggja í 07 Vestur komandi árini. 07 Vestur og Silas hava júst undirskrivað sáttmála, so Silas flytir heim aftur úr AB.

les meir

Dagført búmerkið

30. Nov 2020

Síðan byrjanina hevur felagið brúkt eitt og sama búmerkið, sum Páll Joensen evnaði til. Páll hevur sjálvur gjørt nýtt, tillaga búmerkið, sum verður tað, vit framyvir koma at brúka.

les meir

Aðalfundurin víðkað um nevndina

30. Nov 2020

Á aðalfundinum sunnudagin 22. novembur varð nevndin víðkað, Jón, Egil, Rógvi og Jens Kristian hildu fram, og inn komu Ove, Finnbogi, Eyðvør og Ingibjørn.

les meir

Zoran verður eisini við komandi ár

30. Nov 2020

Nýggi áleypari okkara, Zoran Vujovic, verður eisini við komandi ár, tá vit skulu upp i Betri deildina at spæla. Zoran koma vestur í summar, eftir hava spælt nakrar dystir við B68.

les meir

Ragnar skrivað nýggjan sáttmála

24. Nov 2020

Arbeitt verður av álvara við at tryggja framtíð felagsins, og Ragnar Weihe hevur nú eisini skrivað nýggjan sáttmála við felagið. Sostatt er enn ein leikari klárur til Betri deildina 2021.

les meir

Verjukempan longt sáttmálan

09. Nov 2020

Fyrr í vikuni gjørdist greitt, at Dann Fróðason heldur fram í barndómsfelagnum, har hann síðan gjøgnumbrotið í 2017 hevur spælt nærum hvønn dyst á besta liði okkara.

les meir

Høgni klárur aftur til næsta ár

31. Okt 2020

Fyrr í vikuni skrivaðu Høgni Egilstoft Nielsen og 07 Vestur undir nýggjan sáttmála. Høgni hevur verið úti í alt ár vegna skaða, men verður væntandi klárur aftur til byrjanina komandi kappingarár.

les meir

Liðskiparin undirskrivað nýggjan sáttmála

24. Okt 2020

Í gjárkvøldið setti Martin Tausen undirskrift sína á nýggjan sáttmála, sum inniber at hart arbeiðandi generalurin tekur enn eitt tørn í 07 Vestur.

les meir






Komandi dystir


Betri Deildin, menn
13. mei. kl. 15:00
07 Vestur - KÍ


Betri Deildin, kvinnur
12. mei kl. 19:00
07 Vestur - NSÍ

 

Betri, menn


Lið D +/- Stig
9 27 25
HB 9 22 20
Víkingur 9 13 18
NSÍ 9 7 17
B36 9 1 13
EB/Streymur 9 -7 9
ÍF 9 -13 8
07 Vestur 9 -17 7
B68 9 -12 5
TB 9 -21 2


Toppskjúttar


Eiler Fróðason 2
Erling Myklebust 1
Heine Mortensen 1
Jóannis á Steig 1
Martin Petterson 1
Martin Tausen 1
Predrag Jeremic 1
Ragnar Weihe 1
Silas Eyðsteinsson 1
Tór-Ingar Akselsen 1
sjálvmál 2


Betri, kvinnur


Lið D +/- Stig
6 10 14
Víkingur 5 13 13
HB 6 5 10
EBS/Skála 6 4 10
NSÍ 6 7 9
B36 6 -1 7
07 Vestur 5 -11 3
AB/B71 6 -27 0


Toppskjúttar


Margit Kwao 4
Evelin 1
Kristina Gásdal 1