13. Jan 2022
Kendi danski fótbóltsprofilurin, fyrrverandi landsliðsbakkurin Michael Schjønberg verður nýggjur høvuðsvenjari hjá hjá 07 Vestur. Hann hevur eftir egnum ynski gjørt ein tvey ára sáttmála við felagið og kemur til Føroya um eina viku.
11. Jan 2022
Ari í Haraldstovu Petersen hevur júst undirskrivað nýggjan sáttmála, og 19-ára gamli málverjin verður sostatt við komandi kappingarárið.
04. Jan 2022
Magnus Powell fer ein av komandi døgunum at skriva undir sáttmála við Østersunds FK í Svøríki og heldur sostatt ikki fram í 07 Vestur.
31. Des 2021
Jasper Van Der Heyden hevur undirskrivað við 07 Vestur og skal styrkja um hópin hjá Magnus Powell, ið hevur høg mál til komandi kappingina, eftir flotta 6. plássi í ár. Jasper flytir beinanvegin vestur úr KÍ, og fær væntandi ein týðandi leiklut framyvir.
29. Des 2021
Høgni Egilstoft Nielsen, ið kom aftur í ár eftir drúgvan skaða, hevur gjørt nýggjan sáttmála við 07 Vestur, og verður sostatt eisini ein týðningarmikil leikari fyri Magnus Powell.
21. Des 2021
Ein av lyklaleikarunum hjá 07 Vestur, málverjin Silas Eyðsteinsson, hevur longt við barndómsfelagið. Ungi málverjing hevði eitt framúr kappingarár, tá 07 Vestur spældu seg uppá á 6. plássið í Betri Deildini í ár.
18. Des 2021
Nú er eisini greitt at Janus Svabo Samuelsen heldur fram í 07 Vestur. 23-ára gamli miðvingurin kom vestur aftur í summar eftir tvey ár í útlegd.
17. Des 2021
Eiler Fróðason hevur eisini skrivað nýggjan sáttmála við barndómsfelagið, og 18-ára gamli sandavágsmaðurin tekur sostatt kampin upp um pláss á besta liði felagsins.