Túrurin til Hetlands í 2005
Túrurin til Hetlands við kappróðrabátinum "Havrenningi"
At Livar altíð hevur altíð haft áhuga fyri sjónum og føroyska bátinum, sær ein skjótt aftur í myndlist hansara. Livar hevur í fleiri ár verið til skips, umframt at hann hevur siti við árarnar á mongum kappróðrarbáti. Og onkur meistaraheitini eru eisini fingin til høldar Men eitt tað mest serliga hann hevur gjørt í hesum sambandi, gjørdi hann á sumri 2005.
Við fýra monnum umborð, stevndi kappróðrarbáturin “Havrenningur” ein blíðan mikumorgum í juli út av Klaksvík. Komnir nakað út fyri Borðoyarnes, var kósin sett; 131 stig, og 180 fjórðingar fyri framman. Málið var Aith í Hetlandi.
Stórar upplivingar, og stórar avjóðingar bíðaðu. Enn hevði ongin róð til Hetlands í kappróðrarbáti. Livar hevði tvey ár frammanundan, saman við aðrari manning gjørt júst tað sama. Ta ferðina eydnaðist tað ikki. Aftaná eittans døgn á sjónum góvu teir skarvin yvir, og sigldu aftur til lands. Sjálvur hevði Livar lagt nógv fyri, at tað ikki skuldi henda aftur. Nú skuldi tað verða. Alt skuldi rigga. “Havrenningur” var betri útgjørdur enn áðrenn. Rætta útgerðin var fingin til vega. Og sjálv ferðin var nógv betri løgd til rættis. – Varð hildið.
Túrurin gjørdist sera spennandi og minningarríkur fyri teir fýra mennirnar. Livar sigur soleiðis frá túrinum: “Eg veit ikki ordinliga hvat tað var, vit tráðaðu eftir. Spenningurin eftir tí ókenda, kanska. Vit høvdu hundrað spurningar áðrenn vit fóru avstað. Men ongan at spyrja. Vit lósu sjálvandi alt vit fingu hendur á, um Ova, og hvussu gekst honum, men tað var ongin annar at spyrja. Sjálvandi spurdu vit onkran, men tað var sera ymiskt hvussu fólk svaraðu. Summu søgdu okkum vera ørðan í høvdinum, og søgdu at tað var sjálvmorð, meðan onnur hildu at tað var spennandi at vit fóru í holt við tílíkt, og royndu at stuðla okkum. Tað einasta vit veruligani kundu brúka til nakað, var misslukkaði túrurin hjá okkum tvey ár frammanundan. Hann segði okkum nógv um, hvat ein IKKI skuldi gera”.
“Tá vit fóru av Klaksvík var sera gott veður. Lotið var gott nokk ímóti, men forsøgnirnar søgdu okkum, at hann fór at ganga yvir í útnyrðing, so tað bíðaðu vit eftir. Tá vit fóru, róðu vit allir, men høvdu avtala seinni, at rógva seks og seks. T.v.s. at tveir róðu í seks tímar, meðan hinir báðir svóvu í seks tímar”.
Róðurin gjørdist harðari enn nakar av teimum hevði væntað. Seks dagar við vindinum ímóti, mjørka og regni gjørdi sítt til, at møðin byrjaði at merkjast. “Til endans var seks og seks var bert eitt eiti, og vaktirnar vóru so sum so. Teir sum frægast vóru fyri, róðu. Tú tørnaði inn í vátum klæðum, tí onki var tornaði í váta veðrinum. Man sovnaði beinanvegin av møði, men vaknaði brátt eftir hálvum ørðum tíma av kulda. So aftur at setast við árarnar fyri at fáa hitan í aftur kroppin. Tað var ikki sagt so nógv teir dagarnar”, sigur Livar,”
Men millum tær keðiligu løturnar eru eisini góðar løtur. Heita suppu frá manningini á Draganum, tá teir kom at borði. Seyðarhøvd og eplir frá manningini á Turið, tá teir komu at borði. Tað ferðina vit vóru útpurraðir av kanónsløgunum frá danska verjuskipinum. Tá vit kleimdu okkum millum partrolararnar Vestmenning og Grønanes úti á 80 fjórðingum. Tá bóghvítuhvalir fóru aftur við borðinum, bara fyri at nevna nakrar. Nú mundi eg gloymt bukkuna” flennir Livar. “Hon var ein søga fyri seg. Har dugdi ikki at vera smæðin. Niður í skutin, millum hinar mennirnar. Tú kundi næstan sita og stiðja teg til síðumannin, meðan tú gjørdi burturav tær. Og tað kann eg siga tær, tað flytur mørk”.
Uml. 18 fjórðingar úr Hetlandi noyddust mennirnir á Havrenningi at leggja árarnar inn, tá ið veðrið gjørdust heldur ótespuligt. “Vit tosaðu við MRCC støðina í Havn, og søgdu sum var, at aldan var heldur høg. Vit spurdu um teir vistu onkran bát sum tímdi at fylgja okkum inn til Aith, fyri at verða á sikru síðuni. Longu tá var báturin hjá "Shetland Coastguard" í Aith, Charles Lidbury, farin út móti okkum. Teir søgdu okkum, at teir vildu bjóða okkum eitt sleip, men at teir ikki kundu fylgja okkum, tí teir máttu inn aftur at verða stand by. So var einki annað at gera hjá okkum, enn at halda bátsráð.
Vit høvdu frammanundan túrinum avgjørt, at um aldan gjørdist ov høg, so skuldu vit gevast, um høvið beyst. Men eg kann siga tær, at nógv stóð á okkum, tað løtuna. Kortini komu vit fram til, at best mundi verða, at velja sikru loysnina. Tað helt manningin hjá "Shetland Coastguard" eisini, tí farvatnið longri inni var sera vánaligt tann dagin. Men at síggja land, og so at gevast, tað er ikki stuttligt.”
Meðan bíðað var eftur "Shetland Coastguard" sat manningin í yvirlivilsisdragtum, samstundis sum roynt var at halda bátinum burtur frá brotasjógvum. Alt gekk tó skjótt og væl, tá ið "Charles Lidbury" kom fram á teir fýra mennirnar á Havrenningi.
Spurdur, um síðsta orið er sagt í hesum sambandi sigur Livar nakað soleiðis: “Akkurát tá ið vit vóru komnir á land, søgdu allir hvør við annan, at hetta gera vit ikki aftur. Men eg veit ikki. Tað gekk ikki long tíð, so fór eg aftur at hugsað um túrin, og um hvat kundi verið gjørt ørvísi. Onkur onnur avbjóðing hevur eisini verið uppi og vent, men nú fáa vit at síggja”, endar Livar sína frásøgn.
Tíðindi
29.02.2012
Nýggjur túrur á ørðum havið04.02.2012
Fyrilestur v. Livar Nysted Ókeypis atgongd!Mikukvøldið 22. februar kl. 19.30Livar fortelur um túrin í 2010 tvørtur um Atlantshavið, um at les meir



