Um Livar

Eg eiti Livar Nysted eri 40 ára gamal og búgvi í Hvannasundi. Eg eri giftur við Svannu og eiga vit 4 børn, Jóna, Joan, Tóra og Ronja. Eg havi róð kapp í nógv ár og havi vunnið 3 FM heiti í kappróðri.

Í 2005 gjørdu 3 vinmenn og eg eina roynd at rógva til Hetlands. Tíverri máttu vit ,vegna veður, gevast bert 18 fjórðingar frá Hetlandi. Men hetta gav mær bert meir vilja, til at gera tað, sum eg havi droymt um í nógv ár – at rógva um Atlantshavið.

Nú vit skriva 2011 havi eg róð um Atlantarhavið. Sum tey flestu vita, so gekk ferðin um Atlantarhavið sera væl og vit settu 2 heimsmet.

Hugurin at rógva, er enn líka stórur  og nú havi eg fingið møguleika at rógva um Indiska Havið og tað eri eg sera fegin um. So um alt gongur sum ætla, verður lagt frá landi í Juni 2012.

 


Tíðindi

RSSTíðindasavn


FaroeShipINNTryggingarfelagið FøroyarVodafone